Væntar áskoðaramet á Norðoyastevnu

Norðoyastevna er komandi vikuskifti, og hóast klaksvíkingar munnu gleða seg til stevnuna, so munnu tey vera nógv, ið ganga serstakliga spent til sunnudagin, tá KÍ tekur móti NSÍ í bestu mansdeildini hjá monnum. Eftir fleiri ár í einum aldudali er KÍ nevniliga aftur har, ið klaksvíkingar meta, at liðið hoyrir heima, nevniliga toppinum í bestu deildini.


Ein teirra, ið er spentur upp á dystin, er Jógvan Skorheim, borgarstjóri í Klaksvík. Í samrøðu við Vikublaðið, ið varð borið út til øll hús í Føroyum mánadagin, sigur hann, at hann væntar áskoðaramet sunnudagin.


- Tað ger heilt vist tað, at tað verða metnógvir áskoðarar til dystin, og eg trúgvi, at bara tað at KÍ klárar seg væl og er í einum góðum stima ger, at tað yvirhøvur er eitt stórt bjartskygdi í Klaksvík. Tað er spennandi og stuttligt at vera partur av, og vit vóna, at hendan gongdin ikki steðgar enn, sigur borgarstjórin.


Til ber at lesa alla samrøðuna við borgarstjóran í Vikublaðnum.