Tað er Sp/f Hiti í Havn, sum umboðar hitapumpurnar frá Euronom, og stjórin í fyritøkuni, Áki Mortensen, er ikki í iva, tá vit spyrja hann, hvørjar møguleikar teir síggja í hesi framleiðsluni.
Tá vit royna at marknaðarføra hetta, so er tað sjálvsagt, tí vit síggja hendan partin sum eitt sera áhugavert virkisøki. Sjálvandi kundu vit bara hildið okkum til at selja oljufýrdar ketlar. Men vaksandi oljuprísurin fær náttúrligt fólk at hyggja aðrar vegir. Og at talan við hesum er um grøan orku, er eisini í tíðarinnar anda, sigur hann.
Tí gjørdu vit okkum skjótt greitt, at vit eisini skuldu kanna, hvørjir aðrir møguleikar vóru á marknaðinum. Her hava vit hvat fyrispurningar til fleiri framleiðarar, og hetta er so tann loysnin, sum vit meta hevur bestu møguleikarnar á føroyska marknaðinum.
Spurdur, um tey longu nú hava selt fleiri slíkar skipanir sigur hann, at útlitini tykjast sera góð.
Tað er bara góð vika síðani, at vit fingu fyrstu anleggini heim, og tey eru longu seld. Hartil er talan um sera nógvar fyrispurningar. Bæði frá privatpersónum og virkjum. Fyri okkum at síggja er tað eisini ein fyrimunur, at skipanin kann útbyggjast eftir tørvi. Bæði pumpa og ketil finnast í fleiri støddum, og hartil ber eisini til at binda fleiri pumpur saman - ella at nýta aðrar orkukeldur saman við pumpuni. Eitt fjølbroytni, sum hevur við sær, at vit kunnu kappast innan stórt sæð allar partar av marknaðinum, heldur Áki Mortensen.










