Newt Gingrich, sum kappast um at gerast valevni hjá republikanarunum á amerikanska forsetavalinum í heyst, ásannar nú, at tað verður helst Mitt Romney, sum fer at vinna kappingina. Hinvegin hevur hann ongar ætlanir um at taka seg burtur úr kappingini enn.
-Eftir mínum tykki er tað mest sannlíkt, at Romney fer at vinna kappingina, tá hugsað verður um, hvussu nógvum statum hann hevur vunnið í, sigur Gingrich við Fox News. Hann leggur afturat, at hann fer at styðja Romney, um hann verður forsetavalevni hjá flokkinum.
-Eg fari at gera alt fyri at hjálpa honum at vinna á Obama, sigur Newt Gingrich við Fox News.