Umhvørvi
Tann venesuelanski veðurfrøðingurin, sum í hesum døgum er í Stockholm, har hann fær handaða viðurkenningina Stockholm Water Prize fyri sínar veðurlagsgranskingar, hevur ikki góðar vónir um veðurlagið í komandi tíðum.
Sum so mangir av hansara starvsfeløgum er hann ikki í iva um, at fyribrigdið El Nino, sum ger um seg í Kyrrahavinum umleið fimta hvørt ár, hevur havt sera stóra ávirkan á veðurlagið nógvastaðni tey seinnu árini. Kanningar í seinastuni hava víst, at El Nino er í ferð við at menna seg aftur nú, og hildið verður, at tað verður í hæddini einaferð um ársskiftið.
Ignacio Rodriguez-Iturbe sigur, at sum kunnugt er tað trupult at siga nakað um veðrið, men við teimum fylgisveinum og radarstøðum, sum eru í dag, ber til at boða frá komandi ódnarveðri í rímiliga góðari tíð, og harafturat hevur vísindin útgerð, sum kanna fylgja við, hvussu El Nino mennist, sigur hann. Við áhaldandi gransking fer tað helst eisini at bera til at siga, hvussu avfallið verður ymsastaðni kring heimin, sigur hann.
Hann er ikki í iva um, at við politiskum vilja og beinleiðis tiltøkum ber til tað til at avmarka skaðan av turki og vatnflóð. Venesuelanski veðurfrøðingurin sigur, at við umfatandi samstarvi ber tað til at bøta um skaðan, men verður harafturímóti einki gjørt, fara viðurskiftini bara at versna.