Væntar at fiskidagarnir verða skerdir

Formaðurin í vinnunevndini hjá løgtinginum væntar, at fiskidagarnir verða skerdir eitt sindur

Fiskidagar

? Eg vænti, at fiskidagarnir verða skerdir eitt sindur.
Tað sigur Henrik Old, formaður í vinnunevnd løgtingsins
Áðrenn 1. september skal løgtingið áseta fiskidagatalið fyri komandi ár og eitt tað fyrsta, løgtingið fær at gera, nú nýggj tingseta byrjar á Ólavsøku, er at áseta fiskidagarnar.
Tilráðingin er at lækka fiskidagaskipanina munandi serliga fyri tosk.
Men Henrik Old vil ikki seta nakað tal á, hvat hann heldur vera tað rætta, men tað er mangt, sum bendir á ein ávísan niðurskurð.
? Ein trupulleiki er at gera niðurskurðar fyri ávísar bólkar, soleiðis at fiskiskapurin eftir toski kann minka, uttan at raka onnur fiskasløg.
Henrik Old sigur, at tað ber til í ávísan mun, eitt nú við økisfriðingum og við at skerja dagatalið hjá bátum, sum serliga fiska tosk. Men tað væntar hann, at tað verður trupult at finna semju um.
Kortini sigur hann, at ymsar ábendingar eru um, at talan verður um ein ávísan niðurskurð í fiskidøgun um komandi ár.
Hetta er ikki tað sama, sum íslendski fiskifrøðingurin Jón Kristjansson mælir til. hann mælir til at økja fiskidagatalið?
? Eg taki ikki undir við Jón Kristjanssyni í hesum. Hann førir fram, at tá ið stovnurin verður ov stórur til føðina, sum er, ella føðin minkar, skal meiri fiskast fyri at røkja stovnin. Hevði talan verið um eitt vatn, ella ein aðra avbyrgda skipan, hevði eg tikið fult undiur við honumm. Men eg dugi ikki at síggja, at ástøðið, sum hóskar til eitt vatn, eisini er rætt á víðum havi, har fiskurin kann svimja aftaná føðini. Tí ber tað ikki til at fiska so vilt, sum hann mælir til. Tað er ein alt ov stóru vági at taka, sigur Henrik Old.