Rationalisering
Á fundi hósdagin viðgjørdi landsstýrið í høvuðsheitum ymisk lógaruppskot, sum ætlandi skulu niðan í tingið. Sum skilst á løgmanni, Anfinn Kallsberg, var talan serliga um tekniskar broytingar og tillagingar.
- Ikki nøkur radikal broyting, sum hann tekur til.
Millum málini var tó eitt, sum er ein ávís rationaisering.
Tríggjar kærunevndir hava sitið og viðgjørt kærur um ávikavist skatt, toll og avgjøld og mvg.
Nú hevur so Fíggjarmálastýrið í samráð við Toll-og Skatt skotið upp at hava eina kærunevnd, sum skal viðgera slíkar kærur.
- Hetta kunnu vit kalla eina rationalisering, sigur løgmaður, sum væntar, at tænastan hjá borgarunum ikki verður verri við einari kærunevnd heldur enn trimum.
Sum skilst á løgmanni, verður nýggja kærunevndin, sum fer at telja 5 limir, vald eftir tilmæli frá ymiskum bólkum í samfelagnum, og síðan verður onkur løgfrøðingur eisini í nevndini.
Avgreiðast týsdagin
Løgmaður sigur, at málið nú er sent flokkunum til ummælis, og ætlandi fer landsstýrið at avgreiða tað endaliga týsdagin, tá ið landsstýrisfundur verður aftur.
- Miðjað verður eftir at leggja málið fyri tingið í komandi viku, sigur hann.
Anfinn Kallsberg sigur seg ikki vita um nakra ósemju og væntar tí ikki, at tað verður so torført at broyta kæruviðurskiftini ? frá trimum nevndum til eina.
Spurdur, um talan er um sparing, sigur løgmaður at enda, at eisini hetta málið snýr seg um pening og rationalisering.
Hann dugir tó ikki at meta um, hvussu nógvan spardan pening, talan er um.