Vænta yvirgangsatsóknir 11. september

Myndugleikarnir í Pakistan siga seg hava fingið álítandi ábendingar um, at yvirgangsmenn fyrireika atsóknir á ársdegnum fyri atsóknirnar í USA í fjør.

Yvirgangur

Pakistansku myndugleikarnir bera ótta fyri, at yvirgangsmenn fara at skipa fyri atsóknum tann 11. september, tá eitt ár er liðið síðani atsóknirnar at World Trade Center og Pentagon.
Stjórin í pakistansku fregnartænastuni, generalurin Salahuddin Satti, sigur, at eftir álítandi upplýsingum, sum fregnartænastan hevur fingið fatur á, ætla yvirgangsmenn at søkja at pakistanskum og útlendskum stovnum og felagsskapum, politiskum leiðarum, og herstøðum og kirkjum í Pakistan.
-Vit hava álítandi fráboðanir um, at yvirgangsmenn ætla at seta álop í verk tann 11. september, og tí hava vit givið øllum okkara myndugleikum boð um at vera á varðhaldi, sigur generalurin.
Pakistan átti ein týðandi lut í amerikanska álopinum á Afghanistan seinasta heyst, og seinastu mánaðarnar hava víðgongdir felagsskapir skipað fyri fleiri blóðugum atsóknum í Pakistan. Álopini hava m. a. verið vend ímóti útlendingum og kristnum í Pakistan.
Í mai doyðu ellivu franskir verkfrøðingar í einari sjálvmorðsatsókn í Karachi, í juni drap ein bilbumba tólv pakistanar, og fyrr í hesum mánaðinum doyðu ellivu fólk í tveimum atsóknum at einum kristnum sjúkrahúsi og einum kristnum trúboðaraskúla í Karachi.