Holland
Súni Olsen kom á vøllin seinastu 25, tá FC Zwolle minuttirnar leikti javnleik, 2-2, ímóti Helmond Sport.
Úrslitið var heldur óvæntað, tí á stigatalvuni er stórur munur millum tey bæði liðini, og í Zwolle verður heldur ikki dult fyri, at úrslitið var eitt vónbrot,
Á heimasíðu felagsins verður enntá tikið til, at nú kann Zwolle gloyma alt um ein oddasess, men so svart er tað ikki enn í øllum førum.
Munurin upp til Excelsoir er í løtuni seks stig, men enn eru 19 dystir eftir at spæla, so Súni og teir hava framvegis møguleikan.










