Vænta umfatandi valsvik í Russlandi sunnudagin

Leiðandi russiskir embætismenn siga, at myndugleikarnir hava givið boð um svik, sum skal tryggja flokkinum hjá forsetanum sigur á valinum sunnudagin

Tey, sum standa fyri uppteljingini á teimum russisku valstøðunum, hava fingið boð um at skipa so fyri, at flokkurin Sameint Russland vinnur tjóðartingsvalið sunnudagin. Eisini um tað krevur, at tey svika við tølunum. Tað skrivar blaðið Moscow Times.

 

Blaðið sigur seg hava fingið at vita frá týðandi embætismonnum í russisku umsitingini, at allir embætismenn, læknar, lærarar og onnur í almennum starvi hava fingið boð um at velja flokkin hjá Vladirmir Putin, forseta. Harumframt ertu tey biðin um at útvega flokkinum 10 veljarar í part.

 

Almenna valnevndin avsannar tíðindini hjá Moscow Times, og talsmenn hjá flokkinum hjá forsetanum siga, at tíðindini hava bara til endamáls at spilla forsetan og flokk hansara út.

 

Men blaðið stendur við sítt. Millum annað endurgevur blaðið ein professara á lærda háskúlanum í Oryl fyri at siga, at hann og felagar hansara hava fingið boð um at atkvøða fyri flokkinum hjá Putin. Tey lesandi hava fingið somu boð og hava fingið at vita, at gera tey ikki eftir boðunum, dumpa tey.

 

Moscow Times sigur frá einum lækna í Moskva, at á einari læknastovu har hava starvsfólkini fingið boð um at seta krossin við eitt valevni hjá flokkinum Sameint Russland. Gera tey ikki tað, fer tað almenna at steðga stuðlinum til læknastovuna, skrivar blaðið.

 

Í Russlandi er tað ikki loyvt at almannakunngera veljarakanningar ta seinastu vikuna undan einum vali, men kanningar í heyst hava bent á, at flokkurin hjá Vladimir Putin, forseta fer at fáa meiri enn 60 prosent av atkvøðunum sunnudagin. Andstøðupolitikarar halda uppá, at fær flokkurin so nógvar atlvøður, so er svik í skipanini.

 

- Hetta verður tað ringasta valið í russisku søguni, hvat sviki viðvíkir. Sameint Russland fær ikki tær atlaðu atkvøðurnar uttan umfatandi svik, sigur andstøðupolitikarin Sergej Mitrokhin við Moscow Times.