Væntaðu onki men fingu alt

Jóansøkufestivalurin fór av bakkastokki á jóansøku, hóast fyrireikingartíðin var stutt. Og festivalurin gjørdist ein ?succes?, fyri at nýta orðið, ið fyrireikararnir seta á tiltakið. Eini 900 fólk leitaðu sær á Jóansøkufestival. Øll tey, sum fóru á pall, syrgdu fyri góðum tónleiki og upplivilsum og høvuðsnavnið AS Sweet skapti eina av hesum løtunum, tá rockur veruliga gerst rockur; vælspælt og sveimandi, so tað ljóðar so leikandi lætt. Soleiðis er tað tá veruligu rockhetjurnar fara á pall. Sweet segði seg onki vænta, men fáa alt og tað fekk lurtarin sanniliga eisini

Tað var kanska ymiskt, hvat fólk væntaði sær av Jóansøkufestivalinum og av Sweet. Onkur róði framundir, at hetta helst var eitt ov slitið navn, meðan onnur væntaðu sæt tað heilt stóra frá veruligum rockgubbum. Og tey seinnu fingu rætt, tí Sweet setti eitt punktum við einum braki, ið ein skal leita longi í minninum eftir fyri at finna makan til.
 
Kronologiskt
Men skulu vit taka alt frá byrjan og í tíðarrøð, so byrjaði Jóansøkufestivalurin í fagrasta veðri klokkan 18. Og føroyingum ólíkt, so helt tíðarætlanin til minsta minnutt allan vegin ígjøgnum. Super, at slíkt einaferð letur seg gera.
                      Økið í skúlagarðinum á Tvøroyri var umgjørt til rættuligt festivaløki. Pallurin kundi bara hugtaka í sjálvum sær og meðan tað angaði av grillaðum búffum, fór Holbæks Blues Band á minna pallin og setti hol á við einføldum, men mergjaðum, bluestónleiki.
                      Síðani kom fyrsta navn á høvuðspallin. Paradox, hesir ungu menninir livdu upp til alt, ein hevði hoyrt til teir áður og hoyrt um teir. Ein løta við fullari ferð á, vælspælt og ikki minst sjarmerandi, tí tað tykir mær Paradox er. Og tað kann so kanska standa sum eitt paradox, tí kanska skal rockur við ísletti av punk slett ikki vera so lætt at dáma, men tað eru Paradox.
                       Minni pallurin var fyri tað mesta til tey, ið eru við á fløguni, sum kom út til jóansøkuna í ár. Jóansøkan er 80 ár og fløgan hevur nakrar av mongu sangfuglunum á Tvøroyri við. Á pallin kom Sólfríð Bech, ein fyrrverandi ársins songrødd, ið sang One of Us. So kom Jonhild A. Nielsen og sang frálíku útgávuna av Mánin hann skein.
                      Her skal sigast, at framførslurnar á minna pallinum vóru sum heild frálíkar og eitt úrvalslið av tónleikarum syrgdi í stórun mun fyri hesum.
                      Eyðun Ásason sang Wish you where here og so stóð Jákup Magnussen aftur klárur á stóra pallinum við nýggja navninum The Dreams.
                      Teit høvdu áður so púra rætt sligið fast, at alt teirra tilfar eru nýtt í føroysku oyrunum, tí so fá hava hoyrt teir her á landi, men á MTV klára teir seg sera væl. Og tað gjørdu teir eisini á Tvøroyri. Punktónleikur, sum hann eigur at vera. Og sum tað eisini krevst, tá bert 3 mans fara á pall, so prógvaðu teir seg sum dugnaligar tónleikarar. Í roynd og veru ein framførsla sum ger, at ein væl skilir undanvindin í kappingini á MTV.
                      Brandur Enni kom á minna pallin og sang lagið, ið hann hevu rá jóansøkufløguni (ið nevnist Dýrd), Word for you og so eisini Heimið, ið hann er rættiliga kendur við. Og alt ov sjáldan tekur hann hornblástur við í framførslurnar, men tað gjørdi hann á Tvøroyri, og Brandur er eisini sera dugnaligur hornblásari.
 
Frálíkt
Kvøldið fór nú so smátt at koma og somuleiðis fleiri jóansøkugestir. Gasolin Jam við manning úr Deiggj kom á pallin og hevði í roynd og veru eina framførslu, ið lá millum tær fremstu á kvøldinum. Menninir í Deiggj spældu løg hjá Gasolin? og vóru trúgvir móti upprunanum og var tað ein dygd og sera stuttligt. Hjá Gasolin fjepparum var hetta ein góð løta og hjá øðrum bar til at njóta góðan og vælspældan tónleik við viðring fyri upprunanum.
                      Guðrun kom á minna pallin og hevði Neil við sær á guitaranum. Tey bæði hava spælt nógv saman og kennast væl. Og t.d. Tú dregur meg sum ein Magnetur riggaði væl og fólk kendu tey bæði við hesum lagnum frá stóra AME kvøldinum í Norðurlandahúsinum. Guðrun prógvaði sína góðu rødd, t.d. eisini við lagnum Imagine.
                      Deja Vu komu á stóra pallin og teimum líkt, so var talan um eina góða framførslu, har tónleikurin veruliga er í hásæti og skal njótast. Hvør sær hugna teir sær og saman skapa teir eina eind. Løgini eru sum bundin pløgg, har stolta bindikonan leggur kærleika í verkið og heldur rekir uppaftur, um hon missir eitt eyga. Her skal onki standa eftir í tómum heimi, men lurtarin skal við inn í tónaalheimin hjá Deja Vu.
                      Pól Arni Holm, kendur sum sangari í Wild Child og kanska mest seinni sum hann, ið sang Ormin Langa við Týr, kom á pallin. Á nýggju jóansøkufløguni syngur hann vísuna Kirsten Pils Kilde og fingu jóansøkugestirnir hesa at hoyra.
                      Makrel er eitt hitt heitasta navnið í Føroyum í dag. Og somuleiðis á Jóansøkufestivalinum. Og eg haldi ikki teir skuffaðu nakran. Eins og bólkurin framanundan, megna teir at draga lurtaran inn í teirra alheim. Og tað er dygd og orka í bólkium, sum eisini tykist eiga dugnaligar einstaklingar, sum tó duga at halda seg til at skapa sín lut í heildini. Og fólk tók vælímóti Makrel, sum eisini kvittaði við eini sera góðari framførslu.
                      Nú nærkaðist høvuðsnavnið. Fyrst vóru tað íslendsku stelpurnar í Nylon við søtum poppi. Tær riggaðu væl. Men tíverri riggaðu mikrofonirnar hjá teimum ikki líka væl og tað nervaði eina løtu. Men sum heild komu tær væl frá uppgávuni og eygu og oyru fingu sítt og føroyingar tóku væl ímóti íslendsku fljóðunum.
                      Eyðun Nolsøe átti uppgávuna at hita upp, meðan tøkningar og onnur gjørdu klárt til Sweet. Tað megnaði hann væl og hann eigur nóg mikið av fólkakærum klassikarum at oysa av. Og hann endaði við ? sum hann tók til ? útskeldaða lagnum Hvønn Dag, men fjøldin lat ongan ivast í, at lagið hevur undirtøku millum manna.
                     
Sweet
So var tann stundin komin til handa. Andy Scott og hinir í Sweet komu pallin. Og tað var beinanvegin krem í oyrunum. Gott ljóð og menn, ið vita hvat teir gera og duga tað.
                      Allir klassikararnir, okkurt nýggjari, men alla tíðina fjøldina við. Tað er veruliga gleðiligt at uppliva eina løtu, har ein ikki bara er til konsert og lurtar, men hinvegin eisini fær eina innari kenslu av at slappa av, tí ?hetta koyrur bara? og er júst sum tað skal!! Rockur, ið verður settur á skinnarar. Sum at seta seg í ein bil, har ein hevur fult álit á føraranum. Tað hoyrsit og kennist, at menninir vita og duga.
                      Sweet var eitt ógloymandi upplivilsi. Og kanska tí at summi ? eisini alment -frammanundan sáddu iva um dygdina, gjørdist upplivilsi bara størri. Her kundi ongin seta fingur á nakað sum helst og AS Sweet góvu okkum áhoyrarum alt!!
- Vit lova tykkum, at vit skulu ikki avdúka fyri nøkrum, at tit hava hesar paradísoyggjar her. Men bara so longi vit fáa loyvi at koma aftur. Høvdu tit bara sæð tað sama sum vit her av pallinum. Útsýnið er framúrskarandi vakurt, søgdu teir í Sweet millum annað av pallinum.
                      - Vit væntaðu onki, men fingu alt, segði ein væl nøgdur Andy Scott eftir framførsluna og meinti hann við ferðina her sum heild, bæði framførslu og ferðina her, har hann hevur roynt at fiska í føroyskum báti og sæð vøkru náttúruna og upplivað Føroyar.
                     
Succes!
Og fyrireikararnir høvdu bara eitt orð eftir festivalin: Succes! Og at eini 900 fólk vitjaðu segði teimum, at Jóansøkufestivalurin er komin fyri at vera og verður afturvendandi tiltak á jóansøku ? skifitvís á Tvøroyri og í Vági.