Annika á Stongum átti leygardagin nógvar av frægastu servunum á SÍ-liðnum í kvinnufinaluni, og hon fekk bæði í øðrum, fjórða og fimta setti servað SÍ nakað framum, umframt at hon átti tær síðstu servurnar í fimta setti. Dráttur fekk so stórar trupulleikar av tí allarseinastu, at bólturin ongantíð kom yvirum aftur netið.
– Tá eg nú ikki kundi vera tann, sum skuldi smasja tær niður, mátti eg bara royna at serva tær niður í staðin, og tað gekk bara heilt væl, segði Annika, sum eisini kom væl frá síni uppgávu sum hevari hjá steypavinnarunum.
Hon ásannaði eftir finaluna, at talan gjørdist um ein júst so harðan dyst, sum væntast kundi.
– Vit vistu, at tær í Drátti vóru uppsettar, og tað vóru vit eisini. Men vit kempaðu heilt til endans og kláraðu tað eisini. Dráttur kempaði eisini sera væl, samstundis sum tað var líkasum upp og niður hjá okkum. Men vit kláraðu tað so allíkavæl, segði Annika.
– Nú hava vit tikið fyrsta steypið, men vit ætla okkum ikki at steðga her, tí vit vilja hava greipuna. Og ongantíð betur, enn at bæði vit og menninir megna at taka alt í ár.