Tey høvdu væntað seta met í talið á ferðafólkum í ár, men ístaðin er tað enda við einum skrædli. Soleiðis er støða hjá Vága Floghav, nú Regin I. Jakobsen, stjóri, ger støðuna upp.
Hann sigur í tíðindaskrivi, at síðani korona av álvara fór at gera um seg tíðliga í mars, eru ferðafólkatølini ikki at kenna aftur, tá ið vit samanbera við undanfarin ár. Í apríl í ár var afturgongdin ikki minni enn 93,7 prosent sammett við apríl í fjør, í mai í ár var afturgongdin næstan tann sama, ella 91,9 prosent, samanborið við mai í fjør. Síðani batnaði støðan eitt vet, tí í juni í ár var talið á ferðafólkum 76,7 prosent minni enn í juni í fjør. Í juli í ár batnaði støðan aftureitt sindur, tí tá var talið á ferðafólkum sløk helvtin av tí tað var í juli í fjør
– Hetta merkir, at hesar fyrstu fýra mánaðirnar í ár, hevur afturgongdin verið ikki minni enn 74,2 prosent samanborið við sama tíðarskeið í fjør.
– Her er vert at leggja til merkis, at árið byrjaði rættliga væl, tí fram til 10. mars, tá korona av álvara fór at merkjast, var talan um eina framgongd upp á 10,5 prosent samanborið við í fjør.
Sostatt vóru útlitini til at ferðafólkatalið fór at seta met í ár. Tað er eisini rætt, at tey fara at seta met á flogvøllinum, men tað er av tí meiri keðiliga staðnum, sigur stjórin.
– Útlitini fyri flogferðslu komandi tíðina eru ógvuliga óviss, tí hóttanin av korona er avgjørt ikki er av enn, sigur Regin I. Jakobsen.
Eitt dømi um tað, er at nú er Atlantsflog brádliga givið at flúgva til Íslands, tí íslendingar hava hert krøvini til ferðafólk.
– Vit kunnu bara staðfesta, hvussu viðbrekin ferðavinnan í roynd og veru er, tá ið umstøðurnar hátta sær soleiðis, sigur Regin I. Jakobsen.
Hann sigur, at nú summarið er farið at halla á hesum sinni, verður spennandi at fylgja við, hvussu gongdin verður út á heystið og í vetur, bæði her heima hjá okkum, men sanniliga eisini í grannalondum okkara.
– Tað verður avgerandi fyri, hvussu flogferðslan fer at hilnast, sigur stjórin.
Hann sigur, at gongdin ávirkar eisini, hvat slag av ferðafólkum koma hendavegin, tí lutfalsliga færri av ferðafólkunum eru búsitandi uttanlands, samanborið viå sama tíðarskeið í fjør.
– Merkisvert var tað kortin, at í juli var tað fyrstu ferð, at ein ávísur tjóðskapur yvirhálaði føroyingar í ferðafólkatali. Talan var nevniliga um, danir komu higar at vitja í so stórum tali í juli mánað, at teir vóru fleiri enn føroyingarnir, sum ferðaðust um flogvøllin, sigur Regin I. Jakobsen.