Vænta størri valluttøku í Grønlandi

Valveðrið er ikki tað besta í Vesturgrønlandi í dag, men kortini hava rættiliga nógv fólk verið á vali. Grønlendska kringvarpið sigur, at tá valhølini høvdu verið opin í tveir tímar, høvdu góð 16,4 prosent verið og valt. Út frá hesum metir kringvarpið, at valluttøkan verður eitt sindur størri enn í 2009.

Í Nuuk høvdu 11,7 prosent verið og valt teir báðar fyrstu tímarnar, og tað er 2,3 prosentstig meiri enn fyri fýra árum síðani.

Á valinum í juni í 2009 var valluttøkan í Grønlandi 71,3 prosent.