Teir báðir stjórnarflokkarnir í Íslandi hava sett arbeiðsbólkar at umrøða tey einstøku málini - eisini spurningin um limaskap í ES -Tað er als ikki vist, at tað er so langt eftr á mál, segði Jóhanna Sigurðardóttur, tá hon í gjárkvøldið bleiv spurd, hvussu tað gongur við samráðingunum um at loysa ósemjuna um ES-spurningin.
Samfylkingin og Vinstri Grønu tingaðust í gjár um at skipa stjórn, og Jóhanna Sigurðardóttur segði aftan á fundin, at hon hevur góðar vónir um semju - eisini um ES.
Formaðurin hjá teimum vinstragrønu, Steingrímur J. Sigfússon, avsannaði, at hansara flokkur hevur slakað í ES-málinum. Hann segði seg hava góðar vónir um semju, tí báðir partar vilja hava semju, segði hann.
Flokkarnir hava sett arbeiðsbólkar at umrøða tey ymsu málini so sum fíggjarmál, vinnumál og ES-málið, skrivar Morgunblaðið.