Vænta samgongu í næstu viku

Í Íslandi hava formenninir í Framsóknarflokkinum og Sjálfstæðisflokkinum, Sigmundur Davíð Gunnlaugsson og Bjarni Benediktsson, fundast í dag um at skipa stjórn.

Íslendsku fjølmiðlarnir siga, at samráðingarnar hava gingið væl, og at formenninir eru vorðnir samdir um ávís viðurskifti. Meiri vilja teir ikki siga.

Teir báðir formenninir hava millum annað tosað um málsøkjabýtið, men her eru ongar avgerðir tiknar, sigur íslendska kringvarpið í kvøld. Kringvarpið leggur afturat, at ætlandi verður nýggja stjórnin skipað tíðliga í næstu viku.