Vænta ringastu viku í nýggjari tíð

Stórur ótti er fyri at komandi vika kann gerast ein tann ringasta í nýggjari tíð á keypsskálunum kring heimin. Serliga verður bíðað eftir tølunum fyri arbeiðsloysið í Amerika Tølini fyri danska vøksturin fríggjadagin var harður kostur fyri íleggjarar, sum sendu virðisbrøv til ein nýggjan botn. Tað verður tó lítið av miklum, vísa arbeiðsloysistølini í Amerika tað, marknaðurin óttast.

Vísa tølini tað, marknaðurin óttastt fyri at hann ger, kann talan gerast um eina serliga ringa viku, har virðisbrøvini fara í frítt fall.

Investor 1600 hevur, fyri heimasíðuna hjá Børsen, greinað virðisbrøvamarknaðin og kannað hvat íleggjarar vænta til komandi vikuna.

Har stendur, at eitt nú Saxobank heftir seg við prísin á Credit Default Swaps, sum er á veg í luftina, eftir at hann hevur javnað seg út seinastu vikuna.

Prísurin á CDS?um er vísari fyri vandanum fyri at virðisbrøv gerast virðisleys. Tó væntar Borsen.dk, at tað er yvirtulking at donsku statsobligatiónirnar verða handlaðar við 13,2 prosents líkindum fyri at danski staturin ikki klárar at halda sínar gjaldsavtalur.