- Fýra ísfiskalínuskip eru til fiskiskap í íslendskum sjógvi. Eitt av hesum kemur inn at landa mánadagin, og tvey koma seinni í vikuni.
Á Fiskamarknaði Føroya vita tey at siga, at ísfiskalínuskipini í íslendskum sjógvi fáa mest av toski, hýsu og so nakað av longu og brosmu.
- Fýra frystilínuskip fiska eisini í íslendskum sjógvi, men tey koma neyvan heim at landa í vikuni sum kemur.
Eitt línuskip er á Íslandsrygginum, sum fær mest av toski, og eitt er vestanfyri og fær mest av longu. Hesi bæði skipini koma inn at landa mánadagin.
- Tvey línuskip eru eisini norðan fyri, og tvey onnur eru eystanfyri. Hesi bæði skipini fáa mest av toski og hýsu og so nakað av longu og brosmu.
Um útlitini til útróður, verður sagt, at streymurin verður hampiligur, og líkt er eisini til, at tað verður útróðrarveður onkran av døgunum.
- Teir, sum rógva út við línu, fáa eina blanding av toski og hýsu, og snellubátarnir fáa næstan bara tosk, verður lagt aftrat.