Ársroknskapurin hjá Atlantic Petroleum fyri roknskaparárið 2007 varð lagdur fram um vikuskiftið. Úrslitið gjørdist eitt hall uppá góðar 76mill. kr. Hallið gjørdist størri enn mett varð frammanundan tí í roknskapinum fyri 3. ársfjórðingin 2007 metti leiðslan at hallið fór at verða umleið 55 mill kr. Orsøkin til størri hall enn væntað stavar í høvuðsheitinum frá “ negativa valutaeffekt frá ikki realiseraðum vekselkursum í pundum uppá umleið 27,7 mill kr.”, skrivar Atlantic Petroelum í roksnkapinum. Felagið arbeiðir við at víðka kapitalgrundarlagið í 2008 fyri at kunna at halda fram við vakstrarstrategi felagsins. Í 2008 ár væntar Atlantic Petroleum at fáa eitt yvirskot aftaná skatt uppá 100 mill. kr.
(www.business-line.fo)