Vilmund Jacobsen
- Línuskipið, sum kemur av Flemish Kap, fiskar tosk og landar fyrst í hesi vikuni.
Fiskamarknaður Føroya veit at siga, at skipini undir Íslandi fiska mest brosmu og longu og koma helst at fiska nakað av toski, hýsu og blálongu.
- Eitt línuskip undan Íslandi landar í dag, og eini tvey ella trý skip undan Íslandi landa seinni í hesi vikuni.
Lagt verður aftrat, at eitt línuskip, sum roynir undir Føroyum, fiskar tosk og hýsu, og eitt skip fiskar tosk, svartkalva og blálongu.
- Seinasta línuskipið undir Føroyum fiskar mest brosmu og longu. Vit vænta, at tvey línuskip undan Føroyum landa seinast í hesi vikuni, og triðjaskipið landar helst ikki fyrr enn í aðru viku.
Um útróður, sigur marknaðurin, at streymurin verður góður, og veðrið sær eisini út til at fara at roynast. Tí verður roknað við, at nakað verður av útróðri.
- Útróðrarbátarnir fáa eina blanding av toski og hýsu og nakað av hvítingi. Onkur útróðrarbátur roynir eisini eftir kalva, sigur Fiskamarknaður Føroya.