Vænta nógv fólk í valhølini í Grønlandi

Fyribilstøl benda á, at nógvir grønlendingar fara á fólkaatkvøðu í dag um sjálvstýrislógina Sambært grønlendska kringvarpinum vóru nógv fólk í valhølinum, so skjótt tey lótu upp. Á middegi lokala tíð høvdu 16 prosent av veljarunum í Nuuk verið og atkvøtt, og tað er munandi meiri enn á kommunuvalinum, tá 10 prosent høvdu atkvøtt á middegi.

-Hetta bendir á, at vit fáa eina stóra luttøku, sigur formaðurin í valstýrinum í Nuuk, Poul Christensen, við KNR.

Meiningakanningar hava víst, at tað verður stórur meiriluti fyri grønlendskum sjálvstýri.

Úrslitið kemur eina ferð í nátt okkara tíð.