Vænta Kristina Háfoss heldur orð

Dagstovnaráðið hjá Pedagogfelagnum minnir fíggjarmálaráðharran á gomul lyftir

Núverandi verkfall hjá sjúkrarøktarfrøðingunum minnir í stóran mun um verkfallið hjá Føroya Pedagogfelag í 2012. Tað metir í hvørt fall Dagstovnaráðið hjá Pedagogfelagnum, ið hevur sent fjølmiðlunum eitt skriv um støðuna.


- Longu tá gjørdu vit vart við skeivleikan, sum er innan lønarviðurskiftini hjá ymiskum fakbólkum, skrivar ráðið, ið eisini vísir á, at Kristina Háfoss, landsstýriskvinna í fíggjarmálum, á aðalfundinum hjá Pedagogfelagnum gav lyfti um at rætta hendan skeivleika. Tað fær tey at seta hesar spurningar, nú Pedagogfelagið eisini er í samráðingum.


- Hvar munnu vit vera í mun til samráðingar?
- Minnist Kristina Háfoss til síni lyfti?
- Mann hon tora at fylgja teimum?


Felagið vísir eisini á, at samgongan í samgonguskjalinum hevur lovað at menna dagstovnaøkið og geva tí uppiborna rúmd og tign, og vónar at tað lyftið stendur við.


- Vit vænta, at fíggjarmálaráðharrin Kristina Háfoss fer at halda orð og vísa verki ein vilja, til tess at lyfta lønarlagið hjá námsfrøðingunum upp á eitt uppiborið støði, skrivar Dagstovnaráðið hjá Pedagogfelagnum.


Trýst her fyri at lesa alt skrivið hjá ráðnum.