Hóast Egil á Bø, liðskipari hjá EB/Streymi, innast inni er vónbrotin, at tað ikki eydnaðist at vinna nakað í ár, so heldur hann, at silvurheiðursmerkini ikki eru so galin.
– Vit høvdu vónað meira, men tá vit sóu, hvussu stabilir HB vóru, so mugu vit vera nøgdir við silvur, helt Egil á Bø, tá hann hevði fingið silvurheiðursmerkið um hálsin.
Um seg sjálvan sigur Egil á Bø, at hóast hann gavst einaferð í summar, tá eitt sindur av turbulensi var í EB/Streymi, so dugir hann ikki enn at siga, um hann fer at gevast nú.
– Eg dugi ikki at svara upp á nakað enn. Eg fari at taka eina avgerð í vetur, og so fáa vit at síggja, hvat tað verður, sigur Egil á Bø, sum ikki vil staðfesta, at hann spælir ein dyst afturat fyri besta liðið hjá EB/Streymi.