Í gjárkvøldið vóru fleiri skjálvtar undir Eyjafjallajøkli í Íslandi, og tað kann vera byrjanin til eitt nýtt eldgos. Skjálvtarnir vóru um midnáttarleitið, men teir vóru veikir. Tann harðasti var 2,5 á Richter-stiganum. Myndugleikarnir gjørdu av at flyta fólkið úr bygdunum við jøkulin, og higartil eru umleið 700 fólk flutt burtur haðani.
Íslendsku jarðfrøðingarnir halda, at eitt gos er byrjað undir jøklinum, men at einki sæst til tað enn.
Eyjafjallajøkull hevur goyst tvær ferðir, sum fólk vita um. Tað seinna gosið var frá 1821 til 1823.










