Vænta framgongd aftur longu næsta ár

Stoyturin, vit hava fingið av koronu, er ikki nøkur kreppa, sigur Búskaparráðið

Korona fer at elva til, at føroyski búskapurin fer at minka nógv. Men longu næsta ár fer búskapurin helst at veksa aftur.

Soleiðis ljóðar bjartskygda metingin hjá Búskaparráðnum, sum er komin við eini nýggjari frágreiðing í morgun.

Tískil mæla tey Landsstýrinum frá at seta tiltøk í verk fyri at minka um hallið á fíggjarlógini, men hinvegin mæla tey eisini frá at stórum íløgum, sum stimbra búskapin.

Annars verður mett, at hjá landskassanum verður hallið 583 milliónir í ár og 570 milliónir næsta ár.

– Búskapurin er so raktur sum ongantíð áður. Vit fara frá einum buldrandi hákonjunkturi til ein koronubúskap, har búskapurin minkar nógv, sigur Búskaparráðið.

Tað er stór óvissa er um gongdina í útflútningsvinnunum, samstundis sum innanlands nýtslan hevur hildið stand. Ferðavinnan er hart rakt av koronu, men eftir øllum at døma fer búskapurin aftur at vaksa í 2021, og tí er tað avgerandi at vit ikki stimbra búskapin meira enn neyðugt.

– Útlitini fyri 2021 eru góð við lágum arbeiðsloysi, og sum heild eru húsarhaldini væl fyri, sigur Ráðið.

– Búskaparráðið mælir til Landsstýrið varðveitir eitt javnt íløgustig og tað er ikki tørvur á at stimbra búskapin meira við størri almennum íløgum.

Búskaparráðið væntar, at í ár fer bruttotjóðarúrtøkan at fella 6,9 prosent, men næsta ár fer hon at veksa 5,5 prosent aftur.

Tey vænta, at næsta ár fer útflutningurin av fiskavørum væntandi at vaksa aftur, og árið í ár verður sostatt eitt einstakt fyribrigdi við stórari minking í bruttotjóðarúrtøkunu – men tillagingin verður skjót.

– Hesi bæði árini eru stórliga merkt av koronufarsóttini, tí útreiðslur vaksa og serstakliga tí, at inntøkur minka. Árið í ár er tó eisini merkt av, at landsstýrið førir ein leysari fíggjarpolitikk við hægri útreiðslum og lægri inntøkum, við øktum útreiðslum til fólkapensjón og skattafrádráttum, og øðrum.