Í morgin, leygrdagin, ríðikapping við Leynavatn, har 24 ross eru meldað til. Tað er ein lítil afturgongd í mun til í fjør, tá ið 29 ross vóru við í kappingini, sigur Føroya Ríðingafelag.
Men kortini fegnast tey um, at tað tykist sum um at miðvísa ungdómsarbeiði hjá Føroya Ríðingarfelag nú vísir seg at geva úrslit og fer at síggjast aftur í luttakaratalinum hjá teimum ungu. Nú rossini skula dystast við Leynavatn vera seks ung við í tvíspor, hetta er væl meiri enn í fjør, tá ið bara tvey vóru við.
Har sum minkingin er serliga sjónlig, er í skeiðkappingini, har er minkað úr 10 niður í trý ross.
Í kappingini, tvíspor vaksin, er bara ein bólkur í ár, har seks ross eru við, men har er møguleiki fyri nøkrum sera spennandi kappingum, sigur ríðingarfelagið. Favoritleikluturin liggur helst á Svannu við Hans Paula Poulsen á baki, men bæði Freyr og Marengo, við ávíkavíst Bryndis Hjartardóttir og Regini Johannessen á baki, eiga at kunna geva Svonnu ei skarpan gang, sigur felagið.