Vænta fleiri línuskip í næstu viku

Línuskipini hava havt góðan fiskiskap á Flemish Kap, tó at veðrið teir fyrstu dagarnar var sjaskut, og skipini ikki høvdu fulla setu.

Tað verða fleiri línuskip, sum koma inn at landa í næstu viku. Skipini hava mest av toski, hýsu, longu og brosmu og so nakað av svartkalva og blálongu.

 

Á Fiskamarknaði Føroya vita tey eisini at siga, at fimm frystilínuskip eru á Flemish Kap og fiska tosk. Toskurin verður frystur umborð.

 

In.fo kann leggja aftrat, at tá skipini byrjaðu at fiska har yviri seinasta sunnudag, rendu tey seg í nógvan fisk, tó at veðrið var sjaskut teir fyrstu dagarnar.

 

Um útlitini til útróður siga tey á Fiskamarknaði Føroya, at streymurin verður góður, men sambært veðurforsagnum verður veðrið einki serligt.

 

- Hetta er góð fiskitíð hjá útróðrarbátunum, og vit vænta, at teir fara at gera nakrar túrar í næstu viku, vistu tey á Fiskamarknaði Føroya at siga í gjár.