Ávaringin kemur frá egyptiska forsætisráðharranum, Ahmas Nazif.
? Hendir einki til tað betra, er vandi fyri, at ófriðurin endar í einum veruligum borgarakríggi, og at landið verður býtt sundur í fleiri partar, og at tað verða tey átrúnaðarligu viðurskiftini, sum seta markið, segði Ahmad Nazif í gjár, eftir at hann hevði verið í Jordan og tosað við Ab-dullah kong.
Sambært BBC hevur egyptiska ávaringin uttan iva samband við tilburðin, tá tveir av næstu medarbeiðarunum hjá shiamuslimska leiðaranum í Irak, Ali al-Sistani, vórðu myrdir í býnum Najaf mikudagin. Irakska løgreglan heldur, at tað vóru sunnimuslimskir uppreistrarmenn, sum skutu teir í einari roynd at elva til ófrið upp undir valið 30. januar. Hóskvøldið doyðu sjey shiamuslimar av einari bumbu uttan fyri eina mosku norðan fyri Bagdad.
Umleið 60 prosent av fólkinum í Irak eru shiamuslimar, og teir taka undir við at halda val tann 30. januar, tí valið eftir teirra tykki fer at geva teimum valdið í landinum. Hesum er tann sunnimuslimski minnilutin ímóti.