Mikudagin kemur fíggjarlógin til 1. viðgerð í Løgtinginum. Sambært Fíggjarmálaráðnum er stagnatiónin í búskapinum nú vend til framgongd, og verður tí roknað við 74,5 milliónum krónum í avlopi í 2007.
- Longu nú er vøksturin so sterkur, at við ársenda í ár er eitt yvirskot á roknskapinum sera sannlíkt. Førdi búskaparpolitikkurin hevur eydnast, og Landsstýrið fer tí frá arbeiðsskapandi politikki til at reka ein politikk, ið skal tryggja at búskapurin ikki verður ovurhitaður. Málið er at tryggja framhaldandi vøkstur og forða ovurhiting av føroyska búskapinum, sigur Bárður Nielsen, landsstýrismaður í tíðindaskrivi, sum er sent fjølmiðlunum, nú hann leggur fram uppskotið til fíggjarlóg fyri 2007.
Avlop longu í ár
Hetta er fyrsta fíggjarlógaruppskot í trý ár við avlopið. Avlopið fyri 2007 er mett til 74,5 mió.kr.
- Stagnatión er vend til vøkstur, og besta prógvið er, at longu í ár er sannlíkt, at yvirskot verður á landsroknskapinum. Málið er nú at varðveita vøksturin við at reka ein politikk, ið skal tryggja at búskapurin ikki gerst ov heitur, sigur Bárður Nielsen, landsstýrismaður. Og hann skoytir uppí, at tað hevur stóran týdning, at vøksturin í almennu útreiðslunum framvegis verður hildin á einum hóskandi stigi, og at eitt nú lønarvøksturin verður avmarkaður.
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Forða fyri ovurhiting
Virksemið er stórt, og tørvur er á arbeiðsmegi, serliga innan byggivinnuna.
- Hitt almenna má ikki økja sín eftirspurning ov nógv og harvið stimbra búskaparliga virksemið. Tí broyta vit búskaparligu kósina nakað. Frá arbeiðsskapandi politikki fara vit yvir til at ansa eftir, at búskapurin ikki verður ovhitaður, sigur landsstýrismaðurin í fíggjarmálum.
Skattalætti
Í 2007 verður veittur ein skattalætti á 60 mió.kr, sum skal verða við til at tryggja, at tað loysir seg hjá føroyingum at arbeiða, og at búskapurin framvegis mennist og veksur á sunnum grundarlag.
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Familjan raðfest ovarlaga
Sambært landsstýrismanninum í fíggjarmálum verða familjan, útbúgvingarøkið, eldraøkið og samferðsluøkið raðfest ovarlaga í uppskotinum. Eldrarøktin verður styrkt og øll áhugað skulu sleppa undir miðnámsútbúgving. Fólkaskúlin fær hækkaða játtan og barnafrádrátturin gerst barnastuðul.
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Tølini í stuttum
Í stuttum kann nevnast, at avlopið (RLÚ-úrslitið) á fíggjarlógaruppskotinum fyri 2007 er 74,5 mió.kr. Inntøkurnar eru mettar til 4,1 mia.kr. Av hesum er skattur 1,7 mia.kr. Avgjøld, tollur o.a. eru 1,6 mia.kr. Heildarveitingin o.a. úr danska ríkiskassanum er 635 mió. kr. Rakstrar-, løgu- og útlánsútreiðslurnar (netto) eru mettar til 4,0 mia.kr. Herav eru rakstrarútreiðslur 3,7 mia.kr., løguútreiðslurnar eru 261 mió.kr., og rentuútreiðslurnar eru 22 mió.kr.