Vænta at trívast væl á Glasi

Niklas Samuelsen, Sjúrður Egilsson og Hildur Kyster Høgnadóttir úr Havn og Marita í Jákupsstovu av Argjum eru samd og vænta, at tey fara at trívast væl. Tey royna fótbóltsborðið, sum stendur uttan fyri matarhøllina.

- Eg kann vænta, at tað verður ein trupulleiki, at tað bara er eitt fótbóltsborð og tvey borðtennisborð til so nógvar næmingar, men hetta er eitt fínt hugskot, heldur Niklas Samuelsen.

 

Hildur Kyster Høgnadóttir er fegin um listina, sum fyllir skúlan.

- Á hvørjari hædd er eitt nýtt listafólk, sum hevur evnað til, tað haldi eg er stuttligt. Tað er eisini gott, at tað er so nógv list á skúlanum, sigur hon.

 

Tey óttast tó fyri einum, og tað er hitanum.

- Vit, sum ganga á náttúrubreytini, sum er á ovastu hædd, eru eitt sindur bangin um, hvussu tað verður inni í stovunum, tá sólin skínur beint niður á tær. Í dag er ikki so øgiliga heitt úti, men kortini er tað ógvuliga heitt inni í stovuni. Tað kann órógva nógv, siga tey.