Tað hevur verið ein tungur burður at fáa vindmylluna í Nólsoy at mala, so at hon kann selja orku at hita hús í Nólsoy.
– Men væntandi byrjar sølan av orku í ár.
Tað skrivar Nólsoyar Orkufelag í roknskapinum. Felagið skrivar víðari, at komandi árið hjá felagnum verður merkt av lítilum rakstri, bygging og uppsetan av vindmyllu og tann hartil hoyrandi útbúnað.
Í árinum, sum farið er, hevur felagið gjørt kanningar og fyrireikingar til orkuframleiðslu í Nólsoy.
Fíggjarligi aktiviteturin er ikki tann stóri í felagnum. Ársúrslitið í fjør var eitt hall upp á slakar 18.000 krónur. Eginpeningur felagsins er negativur við 86.000 krónum.
Felagið hevur higartil brúkt slakar 2,2 milliónir krónur til verkætlanina. Harav hevur felagið fingið 1,8 millión krónur í stuðuli frá Innlendismálaráðnum og fingið játtað 100.000 krónur frá Tórshavnar kommunu.
Átta hús eru knýtt í skipanina, sum skal framleiða heitt vatn at hita húsini við. Bjartur Thomsen, nevndarformaður, hevur fyrr sagt við in.fo, at skipanin klárar nøkur og 30 hús.
Tað var tann 5. apríl í 2011, at fyrstu lutirnir til vindmylluna komu til Nólsoyar. Keyptar vórðu tvær vindmyllur. Onnur er sett upp, hin skal nýtast til eykalutir.
Stig varð tikið til verkætlanina sum partur av eini norðurlendskari verkætlan at gera Nólsoynna til eina grøna oyggj fyrst í hesi øldini. Og tað var í hesum sambandi, at Nólsoyar Orkufelag fekk 1,8 milliónir krónur í stuðuli úr Innlendismálaráðnum.
Stjóri í Nólsoyar Orkufelag er Vígdis Bjarnadóttir.










