Vænta 5.000 fólk til Føroya – um vikuna

Tað er ikki loyvt at krevja at fólk, sum koma til Føroya, sjálvi skulu gjalda fyri at verða kannað fyri korona, og tí má Løgtingið má nú játtað meiri pengar

Nú má Løgtingið játta meiri pengar, so at øll, sum koma til Føroyar, framhaldandi kunnu vera kannað fyri korona.

Myndugleikarnir hava gjørt av, at øll, sum koma til Føroyar, skulu kannast fyri korona. Ætlanin var, at hetta skuldi vera ókeypis til 10. juli og síðani skuldu ferðafólk sjálvi rinda fyri kanningarnar, sum fóru at kosta slakar 400 krónur. Tískil játtaði Løgtingið fýra milliónir krónur til hesar kanningarnar.

Men nú er niðurstøðan, at tað er ikki heimild til at krevja, at fólk skulu sjálvi rinda fyri kanningina yvirhøvur, og tískil verður neyðugt at játta meiri pengar til endamálið.

Tískil hevur Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum, biðið um at fáa seks milliónir krónur afturat til at kanna tey, sum koma til landið, fyri korona. Hetta røkkur til kanningarnar í  tríggjar vikur, ella restina av juli mánaði. Men enn er støða ikki tikin til, hvussu farast skal fram eftir hetta.    

Í hesum sambandi verður mett, at tað koma umleið 5.000 fólk til Føroya um vikuna, men børn, sum eru yngri enn 12 ár, sleppa undan at lata seg kanna.

Landsstýrismaðurin sigur, at málið hevur skund, tí upprunaliga játtanin er við at vera uppi.