Jógvan við Keldu, løgtingsmaður
Seinastu sunnukvøldini eru tvinnar sendingar farnar av stáplinum av trimum, sum fjølmiðlamaðurin Leivur Hansen, hevur loyst úr lagdi og kallar »Slóðarar«.
Hesi áhugaverdu søgubrot eigur hann tøkk fyri. Hann gevur okkum við hesum eina fatan av vinnulívsins veruleikum við upp- og niðurgongdum, framgongd og bakkøstum, við innløgum og tá neyðugt var at seta ognir og alt ein átti í veð, so væl sum tá ljósir dagar og hóttafall komu á leiðina.
Meðan eg sat og hugdi, sá eg fyri mær ymisku listaverkini, har vit mangan skilja so lítið, tað veri seg í tónleiki, málningaverki ella í vinnuni.
Allir træðrir, litir, tónasamansetingar og avgerðir, teir dimmu, ljósu eins og ymisklittu sum trilvandi koma úr dýpinum, fara spælandi upp móti flatuni og út móti havsbrúnni. Allir hesir samfeldir skapa fullkomna mynd.
Hægra eindin
Hvør skilir til fulnar eitt vinnulívsins listarverk uttan hann, sum farin er ígjøgnum tað frá byrjan til enda, bert tann sum av og á var um at geva upp, men tók aftur í aftur, og bardi seg uppundan aftur. Hugsaði bæði um seg sjálvan og tey hann breyðføddi.
Peningaupphæddir, kenslur, fagnaður um framgongd, øvund, sosialistiskur hugburður, droymarí og »betrivitan«, alt gongur vanliga upp í hægri eind, bæði hjá teimum sum skaptu og hjá hinum sum við sjálvsnøgd sótu og funnust at.
Eina hjartans tøkk eigur Leivur Hansen, fjølmiðlamaður fyri hesar sendingar, nú hann sjálvur saman við stjóranum á SEV fær tápuliga og óverduga viðferð og er úti í ódnarveðri.
Sum Bjarti Mohr tók til í SVF, so var SEV skúta, sum sigldi vandasjógv, tá Klæmint Weihe fór á brúnna, meðan hon ídag einki er minni enn stoltleiki við tryggum veitingum út í hvønn krók í Føroyum og frá einum eginpeningshalli til ídag einum eginpeningi upp á 300 mió. krónur.
Hetta kanska hoyrir ikki upp í greinina og tó!
Lítið er at siga til, at orðatakið millum danir veruliga í løtuni gongur sína sigursgongd: »Nej, de færinger«!
Men Leivur, tøkk fyri at tú hevur víst okkum á ein lítlan men virðismiklan part av føroyska vinnulívsins listaverki og tøkk til listamenninar báðar Oddfríð Gregersen og Aksel Hansen.