Vónleys støða viðvíkjandi barnaansing

Umsitingin í Vinnuhúsinum hevur tosað við fleiri virkir sum siga, at ein av størstu størstu forðingunum fyri at fólk flyta heimaftur, er vónleysa støðan viðvíkjandi barnaansing, serliga í Tórshavn

Gongd er av álvara komin aftur í føroyska samfelagið, og innan vinnuna eru fleiri virkir sum merkja fløskuhálsar viðvíkjandi arbeiðsmegi, skrivar Vinnuhúsið.

Handverksvinnan manglar fólk, partvís tí at fleiri handverkarar enn eru uttanlanda. Ein annar stórur trupuleiki sínist at vera ov lítið av teldukønum fólki. Bæði teldufyritøkurnar og onnur virkir, sum tørva teldukøna arbeiðsmegi, mangla fólk. Eisini innan onnur øki sær tað út til at vera trupult at fáa væl útbúgvna arbeiðsmegi.

Fitt av vælútbúgvnum føroyingum eru uttanlands, t.d. fólk við útbúgvingum innan kunningartøkni. Tað vísir seg hinvegin at vera trupult at fáa fólk heimaftur.


Virkini klaga

Umsitingin í Vinnuhúsinum hevur tosað við fleiri virkir sum siga, at ein av størstu størstu forðingunum fyri at umrøddu fólk vilja flyta heimaftur, er vónleysa støðan viðvíkjandi barnaansing, serliga í Tórshavn.

Trupuleikarnir av væntandi barnaansing merkjast ikki bara, tá talan er um at fáa útbúgvi fólk at flyta heimaftur. Alt slag av virkjum ? fiskavirkir, handlar o.o. - klaga um henda trupulleika.

Føroya Arbeiðsgevarafelag heldur tí at tað er neyðugt, at bæði lands- og komunalpolitikarar taka henda trupuleika í álvara, verður sagt í tíðindaskrivinum frá Vinnuhúsinum.