- Eitt hampiliga gott ár hjá línubáti er eitt veiðivirði, sum liggur á umleið 16 miljónum krónum og hægri, sigur Líggjas Johannesen, skipari á línuskipinum, Klakki. Líggjas Johannesen, skipari á Klakki, sigur, at skip og manning eftir umstøðunum høvdu eitt hampiligt ? men ikki gott - ár í fjør, tá teir fiskaðu fyri umleið 13,5 miljónir krónur.
Besti línubátur í veiðivirði í fjør var Kambur, sum fiskaði fyri slakar 16 miljónir krónur ? og næstur honum var Stapin við sløkum 14 miljónum krónur.
- Eitt hampiliga gott ár hjá línubáti er eitt veiðivirði, sum liggur á umleið 16 miljónum krónum og hægri, sigur Líggjas Johannesen.
Portalurin kann leggja aftrat, at seinnu árini hava verið misjøvn hjá línuskipaflotanum.
Árið 2007 var eitt gott ár hjá fleiri línuskipum, og hetta árið fiskaði Klakkur fyri 17,5 miljónir krónur. Árið 2008 var eitt vánaligt ár, og tað var 2009 eisini.
Í fjør var veiðivirðið hjá Klakki so 13,5 miljónir krónur, ið heldur ikki verður mett sum nakað serligt ár.
Líggjas Johannesen sigur, at vónirnar um árið í ár eru hampiligar, men hann harmast um, at sáttmálaloysi hevur kostað línuskipunum ein túr.
- Nú kunnu vit bara vóna, at sáttmálaviðurskiftini koma upp á pláss, og at fiskur verður at fáa, nú várið stundar til, sigur línuskipaeigarin í Klaksvík.
Tað eru brøðurnir, Líggjas og Bethuel Johannesen, sum eiga Klakk. Teir skiftast um at føra skipið í tveir túrar - og eru síðan í landi ein túr.
Á myndini eru tað menn hjá Landingarmiðstøð Føroya í Klaksvík, sum landa línuskipið Klakk.