Vónin um silvurið

VB-Stjørnan 15-26 (4-13):
Stjørnan hølvaði VB av, og í skrivandi løtu hava tær soleiðis framvegis eina vón um at fáa silvurmerkini til høldar

Hondbóltur ? kvinnur

VB og Stjørnan spældu leygardagin dystihn, sum í øllum førum kundi avgera bronsustríðið. Hetta um VB gjørdist vinnari av dystinum. Vann Stjørnan hinvegin, so tryggjaðu tær sær í øllum førum bronsuna, meðan avgerðin um silvurmerkini so mátti bíða til mánakvøldið, tá Neistin í útsetta dystinum fór á vitjan hjá StÍF.

Eingin forðing
Júst VB hevur fleiri ferðir í ár lagt fótonglar fyri Stjørnuna, og kvinnurnar úr Vági eru fremsta orsøkin til, at Stjørnan ikki longu hevur tryggjað sær silvurmerkini.
Hesa ferð var tó alla tíðina greitt, at tað skuldi gerast trupult hjá VB. Regina Radó, er kanska mest týðandi leikarin á liðnum, men reyða kortið, sum hon heldur býttisliga fekk ímóti VÍF kostaði henni hendan dystin.
Og tað var eisini skjótt greitt, at her ætlaði Stjørnan sær at vinna. Sum eitt skot løgdu tær frá, beint sum dysturin byrjaði, og tær helmaðu als ikki í fyrsta hálva tíman. Ferðr eftir varð VB verjan rend um koll, og og serstakliga vóru tað tær báðar útlendsku, Simona og Adrijana, sum skutu VB málið niður.
Í steðginum stóð soleiðis longu greitt, at her vendist ikki hjá VB, og tá eftir at Stjørnan fyrst hevði sett turbona til eina ferð afturat, so tóku tær sær meira av løttum seinastu løtuna. Sigurin var undir øllum umstøðum vísur, men hvat slag av heiðursmerkjum hetta skal bera við sær, er sum sagt ikki avgjørt í skrivandi løtu. Klaksvíkskvinnurnar mugu tí helst inn á Skála mánakvøldið, har tær síðani fáa handa merkini, sum svara til endastøðuna.

Halda á
Fyri bæði VB og Stjørnuni man tað annars kennast eitt sindur hugstoytt, at Neistin soleiðis hevur otað seg fram. Einki var at ivast í, at hesi bæði liðini saman við VÍF undan kappingini vórðu mett sum bestu boðini upp á bronsuna.
Bæði hava tey tó havt sínar marrur. Stjørnan í VB, sum hevur argað tær meira enn gott er, og VB í Kyndli, sum onkursvegna megnaði at basa VB, meðan tað ofta als ikki bar til móti liðum, sum á pappírinum vóru nógv veikari.
Einki er tó at ivast í, at bæði tvey fara at gera eina nýggja roynd komandi árið. Smalu hóparnir eru kanska størsta forðingin, men felags er tó, at tær, sum eru, hava sera góð hondbóltsevni, og tí er tað als ikki óhugsandi, at hesi bæði liðini eisini komandi árið vera við til at mynda føroyska hondbóltstindin.

Dysturin í tølum
VB-Stjørnan 15-26 (4-13)
Málskjúttar:
VB: Gabriella Fekete 5, Eyðbritt Krosslá 2, Margreth Augustinussen 2, Gurið Mortensen 2(1), Durita Rouch 2, Laila Jespersen 1, Sólrun Krosslá 1
Stjørnan: Simona Dziugyte 9(1), Andrijana Milodanovic 7(2), Joan M. Joensen 5, Bára Skaale 2, Beinta Klakstein 1, Davina Sundskarð 1, Anna Kristina Samson 1
Brotskøst: VB 4, Stjørnan 3
Útvísingar: VB 2, Stjørnan 1
Dómarar úr TB: Kári Niclasen & Birgir Dimon