Vónin stendur innilokað

Í løtuni hevur J&K Petersen Contractors eitt nú havnaútbyggingina hjá Tórshavnar havn, og fyritøkan byggir eisini nýggja trolvirkið í Fuglafirði.

- Vit kunnu bjóða góðar arbeiðsumstøður við skipaðum viðurskiftum, og vit hava nógvar verkætlanir fyri framman. Tí kunnu umsøkjarar vænta javnt og støðugt arbeiði.

 

Tað siga tey hjá J&K Petersen Contractors, sum nú leita eftir nøkrum timburmonnum aftrat.

 

Á byggideildin er pláss fyri fleiri timburmonnum, og tað er nógva og veksandi byggivirksemið í felagnum, sum er orsøkin til, at felagið ynskir at veksa um starvsfólkahópin við handverksfakligum útbúgvingum.

 

Tað er serliga til Eysturoyar-og Streymoyarøkinum, at brúk er fyri fólki.

 

Í løtuni hevur J&K Petersen Contractors eitt nú havnaútbyggingina hjá Tórshavnar havn um hendi, og fyritøkan byggir eisini nýggja trolvirkið hjá Vónini í Fuglafirði, har stóra høllin nú stendur innilokað.

 

- Vit hava eisini aðrar stórar verkætlanir í gongd, eitt nú á Hvítanesi, umframt at aðrar verkætlanir liggja beint fyri stavn, siga tey hjá J&K Petersen Contractors.