Joan R. Mikkelsen, bátsformaður á Bliki, sigur, at vónin hjá teimum um at vinna føroyameistaraheitið livir enn, um enn hon er ræðuliga lítil.
? Sílið skal blíva nummar fýra, og vit skulu vinna, um føroyameistaraheitið skal til okkum, sigur hon.
Joan greiðir frá, at tað eru júst 20 ár síðani, at sama støða var galdandi undan ólavsøkuróðrinum. Tá hendi eitthvørt undir róðrinum, sum gjørdi, at Sílið endaði á fjórða plássinum, og Blikur, sum vann, streyk avstað við føroyameistaraheitinum.
? Man veit sjálvandi ongantíð, men vónin er ikki stór, ásannar Joan vónbrotin á málinum.
Hon sigur, at tann einasta niðurstøðan hjá teimum útfrá róðrinum leygardagin er, at tær duga ikki nóg væl at rógva í viðvindi.
? Vit fingu ongantíð bátin upp at ganga, hóast vit royndu bæði eitt og annað, sigur hon.
Tær vóru sera vónbrotnar, tí tað var júst hatta, sum ikki mátti henda.
? Men um vit ikki verða føroyameistarar, so skulu vit vinna ólavsøkuróðurin. Hann er jú lítla føroyameistaraheitið, sigur bátsformaðurin á Bliki.









