Vónin hevur eitt fjølbroytt virksemi

- Vit spenna rættiliga víða, og felagið er aktivt á so gott sum øllum økjum, tá ið ræður um trol og nótir, sigur John Poulsen, stjóri.

Í Sosialinum í gjár høvdu vit samrøðu við John Poulsen, stjóra á P/F Vónini, um ætlaninar at byggja ein stóran bygning niðanfyri oljutangarnar á Viðarnesi í Havn. Somuleiðis greiddi stjóri frá, at Vónin júst hevur keypt seg inn í eitt trolvirki í Nuuk í Grønlandi.

Býtt upp í deildir
At gera og umvæla trol og nótir, krevur nógv pláss, og næstan líka mikið, hvussu stór hølir Vónin enn hevur, verður tað neyvan nakrantíð soleiðis, at alt arbeiði kann gerast undir taki.

Felagið hevur býtt sítt virksemi upp í deildir; í Havn arbeiða teir við botntrolum, eitt nú rækjutrolum. Í tí eina bygninginum í Fuglafirði verða flótitrolini gjørd og umvæld. Ein nýggjur bygningur er eisini bygdur, sum serliga verður brúktur til snurpinótir. Hesin er býttur upp í "krubbur", sum kraftblokkaskipini hava keypt sær. Summi skip hava tvær krubbur, onnur tríggjar. Her kunnu skipini goyma sínar nótir og flótitrol. Í erva eru stórir kraftblokkar, sum kunnu draga nótirnar og trolini. Hesi skip skifta reiðskap alla tíðina ? alt eftir, hvar tey royna, og hvørjum fiskaslagi tey royna eftir.
- Í ár hava skipini trolað eftir lodnu í føroyskum sjógvi, og tað hevur vístseg at rigga væl, tá ið fiskurin stendur djúpt. Men tá ið tey fara aftur í íslendskan sjógv at royna, taka tey nótirnar umborð aftur, tí har er ikki loyvt at trola eftir lodnu, vísir John Poulsen á.

Krevur nógv pláss
Stjórin sigur, at tey stóru flótitrolini krevja ógvuliga nógv pláss, tá ið tey eru illa fløkt og skulu greiðast aftur.
- Tað er soleiðis, at tey størstu trolini mugu greiðast og umvælast úti, umnógv er at gera við tey. Tí plaga vit at strekkja hesi á gamla leirvíksvegnum, og tað er ein stór hjálp.Hann vísir á, at teir fremstu meskarnir í teimum stóru flótitrolunum eru upp í 64metrar langir, tá ið teir eru strektir eftir longdini. Síðan minka teir niður í helvt, so hvørt tú kemur longur aftur í trolið; meskarnir minka nevniliga úr 64 metrum niður í 32 metrar, síðan niður í 16 metrar, 8 metrar, 4 metrar, 2 metrar og 1 metur. Afturi í posanum koma meskarnir niður í 80 mm., tá ið talan t.d. er um svartkjaftatrol.
- Hesi trolini eru úr 500 uppí 700 metrar long, og tey størstu kunnu "gapa"einar 2000 metrar! vísir John á.Tað hevur hent seg fyrr hjá Vónini, at illveður er komið á, soleiðis at trolini erufokin oman í hagan við leirvíksvegin, men slíkt hendir ikki aftur, tí nú verða trolini fest allan vegin, so illveður einki ger við tey.

- Í løtuni hava vit eitt trol hjá Christiani í Grótinum liggjandi á leirvíksvegnum. Hetta trolið skal umvælast og gjøgnumgangast, men nú kavi liggur, gerst einki, tí trolið er undirkavað, sigur John.

Sóttreinsa alinótir
Virksemið hjá P/F Vónini spennir rættiliga víða.
- Vit hava eisini tað gamla nótavirkið uttanfyri Havsbrún. Her gera og umvæla vit nótir til alivinnuna. Uttast á enninum hava vit eitt vaskarí til alinótir við stórari "vaskimaskinu". Her verða alinótir úr øllum landinum sóttreinsaðar, umvældar og impregneraðar av nýggjum. Tá ið hesar verða settar útaftur, eru tær sum nýggjar.
John vísir á, at Vónin hevur riggað seg væl til á hesum øki og brúkt nógvan pening til tess at nøkta tørvin hjá alivinnuni.
- Neyðugt er at vera góðkendur av heilsumyndugleikunum, um tú skalt fáast við slíkt virksemi, og hesar góðkenninar hava vit. Virksemið hjá okkum er góðkent bæði av Heilsufrøðiligu Starvsstovuni og Djóralæknastovninum, sigur hann.

Gera fortoyningar
- Eg vil siga, at vit fevna yvir so gott sum allan "sektorin", tá ið ræður um trol og nótir, bæði til fiskivinnuna og alivinnuna. Aftrat hesum gera og selja vit fortoyningar til alivinnuna, umframt at vit selja nógva aðra útgerð til hesa vinnu.

John vísir á, at Vónin t.d. ger lidnar fortoyningsskipanir til einar 8-10 ringar, so hesir liggja tryggir, har teir verða lagdir út, tað veri seg bæði á deyðavatni og úti á streymasjógvi. Vit uppbyggja eina skipan við togum, ketum og akkerum, og felagið hevur gjørt sær stóran royndir á hesum øki.
- Tað eru stór virðir, sum skulu tryggjast við hesum fortoyningum, so tað er sera umráðandi, at skipaninar eru haldgóðar og tryggar. Ikki minst, nú aling eisini fer fram úti á streymasjógvi, sum er ein avbjóðing fyri seg.Stjórin vísir á, at nógvastaðni er rættiliga harðbalið, har aliringar liggja. Tí er hetta ein stór uppgáva, sum Vónin hevur lagt seg eftir at loysa fyri síni viðskiftafólk.

Nýggj hugskot
- Vit arbeiða eisini við hugskotum um, hvussu ringasti streymurin kannútihýsast á einum aliøki, t.d. við at seta net upp, sum kunnu taka broddin av streyminum.
John sigur, at hesar royndir verða gjørdar, tí ynskiligt er, at alivinnan fær fleirimøguleikar úti á streymasjógvi.
- Skulu vit hava eina enn størri alivinnu, sum málið er, mugu loysnirfinnast, og hetta er so ein møguleiki. Inni á deyðavatni dálkar alingin sjálvsagt nógv meira enn úti á streymasjógvi, har botnurin verður reinsaður so hvørt, sigur John Poulsen, stjóri á P/F Vónini, at enda.