Vónin heiðraði systkin

Tvey systkin hava starvast hjá Vónini í ávikavist 25 ár 20 ár.

 

Systkini, Steingrím av Vollanum og Simona Joensen, hava starvast hjá Vónini í ávikavist 25 og 20 ár. Tí nýtti arbeiðsplássið høvi á einari lítlari samkomu at heiðra tey bæði fyri trúgva og drúgva tænastu.

- Vit vilja ynskja teimum báðum hjartaliga tillukku við starvsdøgunum og takka fyri teirra trúgvu tænastu - við ynski um Guðs signing í framtíðini, siga tey á Vónini á sínari Facebook-síðu í dag.

Á viðheftu mynd, sum Vónin hevur lagt út í dag, eru f.v. Steingrím av Vollanum, Hjalmar Petersen, stjóri og Simona Joensen.