Vóni ikki, at sosialistiska trioin innir sítt verk

Latið partafelagið, sum nú kveikti Skálafjarðarverkætlanina, og í mong ár hevur arbeitt við henni, útinna arbeiði, sum hesir byrjaðu, so hetta ikki verður seinkað

Tey eru ikki so fá, sum í dag spyrja bæði seg sjálvi og onnur: “Hvat hevði hent, um ikki ávíkavist kommunur og vinnulív í Vágum og kommunur og vinnulív í Klaksvík, høvdu skapað og strongt á, fyri at fáa framt ta nýhugsan at fáa undirsjóvartunlar framdar”?

 

Hetta kann fyribils svarast við einum spurningi: “Høvdu hesir yvirhøvur verið veruleiki ídag, um vit skuldu bíða eftir sentralistiskum landspolitikarum!”

 

Eg eri ræddur fyri, at einfalda svarið er, at tað høvdu teir ikki!

 

Sjálvandi fari eg ikki at minna á undirskrivtarinnsavningar í 1990unum og tær røðir av mótmælum við áhaldandi ágangi í føroysku fjølmiðlunum sum vóru og enntá mótmæli frá landspolitiska røðarapallinum.

 

Gevið íverksetarum rúm

Ídag verður ”íverksetarafyribrigdi” ofta havt frammi av vinstravonginum, hvussu umráðandi tað er, at “vit” skapa íverksetarar, nú veit eg ikki, hvørjir hesir “vit” eru.

 

Sannleikin er tíverri, at um so er, at ein íverksetan gevur nógvan pening av sær, er umráðandi, at steðga hesum fíggjarligu sterku framherjum, tí teir kunnu skaða landið.

 

Vóni ikki, at sosialistiska trioin í hesum føri eirindarleyst innir sítt verk!

 

Skálafjarðartunnilin

Nú í mong ár hava búskapar- , verk- og samfelagsfrøðingar v.m. sitið og kanna møguleikar fyri einum tunli millum Eysturoynna og høvuðsstaðin.

 

Nú tað sær út til, at henda verkætlan er nøkulunda fíggjarliga og samfelagsliga burðardygg, fer sosialistiska trioin eftir hesum gloypubita, heldur enn at lata hesar íverksetarar útinna hesa væltilrættaløgdu verkætlan.

 

Tosað hevur verið um, at “vit føringar skulu verða millum fremstu tjóðir 2015”, “vit føringar skulu hava heimsins besta skúla um fá ár”, “Føroyar á heimskoritð” o.s.fr.

 

Eingin ivi er í, at tað eru nøkur, sum í ávísan mun eru før fyri at seta Føroyar, um ikki sum ein graverandi part, á heimskortið, so at gera dyggiliga vart við okkum, eitt nú Guðrun & Guðrun, Formula Føroyar, Teitur, Eivør og onnur.

 

Men tað eigur at gerast púra greitt, at fer sosialistiska trioin at inna sítt verk, sum hesir nú ætla, og hetta er bert eitt dømi, verða ambisiøsu ætlanirnar bert dreymar.

 

Gevið framfýsni rúm

Vegurin at vinna landinum fram er at lata tey, sum hava evni, árræði og visiónir sam-feldar við góðari útbúgving sleppa at virka ótarnað, uttan at øvundin fær rúm og at onkur fær nakað burturúr, steðgar framfýsni hjá okkara evnaríku samfelagsborgarum.

 

Við Vágatunlinum og Norðoyatunlinum í minni, fara vit mongu at heita á okkara landspolitikarar bæði í samgongu og í andstøðu: “Latið partafelagið, sum nú kveikti verkætlanina og í mong ár hevur arbeitt við henni, útinna arbeiðið, sum hesir eru byrjaðir, so hetta arbeiðið ikki verið seinkað”!