Fremsti føroyski súkklarin í Statoil Kring Føroyar í ár, Gunnar Dahl-Olsen, vónar fyrst og fremst, at allir súkklarnir, kanska serliga útlendingarnir, fara avstað aftur við einum góðum upplivilsi.
-Fáa serliga súkklarnir av Ynes Mon eitt gott upplivilsi her í Føroyum, so fær kappingin eitt gott orð á seg, og fleiri útlendskir súkklarar vilja koma henda vegin, sigur Gunnar Dahl- Olsen við Sosialin.
Á persónligu síðuni, vónar Gunnar, at hann møguliga kann vinna ein etapu, og enda ímillum fremstu súkklararnar. Í fjør endaðI Gunnar á einum triðja plássi, og hetta hevur hann vónir um at endurtaka.
-Vanliga standi eg meg væl í etapuni á Streymoynni, og um eg havi ein góðan dag á Sandoynni, so kann alt henda, greiðir Gunnar frá. Gunnar roknar eisini við, at einkultstarurin á Sandoynni kann fáa stóran týdning fyri kappingina, tí har kunnu fremstu súkklarnir vinna nógva tíð frá restini.