Bummtúrur
Vágar:Vágafólk eru sum í øðrum heimi eftir fráboðanina um prísir hjá Vágatunlinum. Summi tosa um uppreistur, og onnur um krígsstøðu. Øll eru samd um, at prísurin má lækkast munandi, um nakar skal brúka tunnilin yvirhøvur.
Tað var ein undarlig kensla millum fólk í Vágum hósdagin. Um middagsleitið komu boðini um prísirnar undir Vestmannasundi, og beinanveg var oyggin á gosi. Fólk vóru skelkað. Summi mótfallin. Og so vóru tað hini, sum østu seg upp og skuldu fylla grót í aftur tunnilin beinanveg.
Eitt uppskot var beinanveg, at nú máttu vágafólk bara taka seg saman og í felag keypa Ternuna at hava siglandi um Sundið. Tað fór at vera bíligari enn at brúka tunnilin. So kundi hann liggja sum eitt skensil til onga nyttu.
Og umborð á Ternuni høvdu pendlararnir fríggjamorgunin eisini tann tankan frammi, at fáa Ternuna at sigla um Sundið. So kundu fólk fara við ferjuni av Oyrargjógv um morgunin fyri gamlan prís og koyra vestur aftur fyri einki um kvøldið, tí kravt verður bara annan veg, um koyrast skal gjøgnum tunnilin. Svart skemt sjálvandi.
Meira álvara er í fólki, ið regluliga ferðast um Vestmannasund, tá komið verður inn á prísin fyri avsláttarkortini.
Enn er eingin, sum veit, hvat mánaðarkortið fer at kosta, men frammi hevur verið, at tað fer at dýrka nakað í mun til tær 1.050,- krónurnar, sum kortið í dag kostar. Tá er talan um bæði buss- og ferjukort úr Vágum til Havnar.
Tosið gongur so um, hvussu dýrt tað veðrur at fara við bili undir Sundinum. Onkur er kortini, sum roynir at vísa á, at tað hóast alt verður bíligari at fara undir Sundinum við fullum bili, enn tað er, nú hvør skal gjalda sær við ferjuni.
Tað kann so gera tað sama, føra onnur fram, tí teir túrarnir, fólk líkasum høvdu lagt sær til rættis at gera til ymisk tiltøk, sum eru á meginøkinum, men sjálvdan uttanfyri, teir fara nú fyri einki.
Eitt nú hava vágafólk tosað um, at nú ber til at fara til Havnar við børnunum at svimja. Kanska ein biograftúrur kann gerast eisini og eitthvørt annað, sum vera kann eitt vikuskifti. Tað slepst jú vestur aftur beinanveg.
Nógv ymsik mentanartiltøk eru í Havn, sum vanliga liggja um kvøldið. Ofta so seint, at skal vágafólk fáa nyttu av teimum, má liggjast nátt í Havn. So verður ikki farið, og tey upplivilsini fara framvið. Við tunlinum hevði tað eisini borið til at rokkið hesum.
Men alt hetta sígjga fólk nú bara sum bláan royk har úti í sjónarringinum einastaðni, siga vágafólk, Sosialurin hitti hósdagin. Tað er ikki hugsandi um at fara slíkar túrar við egnum bili. Tað er ov dýrt.
Heldur ikki um koyrt verður upp á avsláttarkort, letur tað seg gera, eru tað heilt nógv, sum vísa á. Tí lítið sannlíkt er, at fólk yvirhøvur hava 3.000,- krónur til avlops at keypa bilkort fyri, tá alt annað er goldið, verður ført fram.
Tann stóra hátíðin, sum verða skuldi í Vágum, nú fast samband fæst við meginøkið, er fyribils endað sum eitt antiklimaks.