Steintór Rasmussen fyrireikari av Summar Festivalinum, var ein vónbrotin maður, tá vit fingu orð á hann, eftir at boðini, um at festivalurin var lukkaður, bórust. - Tað kennist svárt at skula gevast nú. Vit høvdu eina kanónskrá í kvøld, ikki minst tann føroyski parturin, haldi eg sjálvur og hetta er ein øgiligur missur, sjálvandi hjá okkum, men eisini hjá teimum nógvu, sum gleddu seg til kvøldið.
Hetta er øgiliga keðiligt, eisini eftir, at kvøldið í gjárkvøldið eydnaðist so væl, og fólk hevði bakkað so væl upp um okkum. Men eftir, at vit máttu lata FLAGS-teltið aftur, var ikki ráðiligt at halda fram. Vit høvdu ætla at býtt fólkið millum FLAGS-teltið og høllina, men høllin tekur einans 800 fólk, og tað kunnu vit ikki bjóða fólki. Tað er betur at gevast, um man ikki hevur nakað veruligt at bjóða fólki.
Avgerðin er tikin í samráð bjargingarfelagið og hinar avvarðandi myndugleikarnar, greiður Steintór frá.
Spurdur um framtíðina hjá festivalinum, sigur Steintór í kvøld, at hon er ring at spáa um, men at hetta heldur ikki er rætta løtan at taka avgerðir um hetta. Hann gleðist bara um, at eingin álvarsligur fólkaskaðið er av vindinum, og vísir á, at eingin kundi spátt um, at vit fingu ódn fyrsta vikuskiftið í august.