Tað er ikki so langt síðani, at Brian Kerr stjórnaði føroyska landsliðnum.
- Tað er stutt síðani, at eg sjálvur gekk millum hesar leikararnar, og eg helt, at føroyska landsliðið leikti ein góðan dyst í kvøld, segði Brian Kerr eftir dystin í gjárkvøldið.
Hann helt, at tað var ógvuliga strævið hjá spælarunum at leika so týðandi dystir við so stuttum skotbrái.
- Men tað var eitt gylt tíðarskeið eftir at tey bæði málini vóru farin inn, har liðið vísti vilja. Talan var eisini um sera gott uppspæl til 1-2 málið við góðum innleggi og einum fantastiskum stútara, sigur Brian Kerr.
Hann heldur, at Arnbjørn Hansen altíð hevur havt evnini at finna málið, eins og hann gjørdi, tá Kerr sjálvur var venjari.
- Men 4-1 var ikki eitt rættvíst úrslit. Hinvegin hava tit nakað at byggja á frameftir, segði Brian Kerr eftir dystin í gjárkvøldið.









