Vónbrotin av Onnu

Framførslan hjá Annu Nygaard í kvøld var skuffandi. Soleiðis ljóðaðu orðini frá dómarunum í X-Factor. Hóast Anna Nygaard í kvøld slapp víðari til næsta umfar av X-Factor, so var kortini eitt ivamál hjá dómarunum.

 

Sambært dómarunum valdi hon ikki ein góðan sang til hennara rødd, og tískil vóru Remee, Pernille og Soulshock vónbrotin av hennara framførslu.

 

Anna Nygaard og fleiri onnur í hennara bólki, vóru biðin at koma inn aftur til eina eyka framførslu, tí dómararnir vóru í iva um hvør skuldi sleppa víðari og ikki.

 

Anna bleiv tá biðin um at syngja sama sangin, sum hon gjørdi seinasta fríggjakvøld til audition, og soleiðis tryggjaði hon sær kortini sæti í komandi umfarinum av X-Factor.