Hóast 4-1-stórsigur á Malta í kvøld, gjørdist Norra eisini ov stutt til at sleppa at leika EM-endaspæl komandi kappingarár. Fyri at røkka endaspælinum var sigurin hjá Norra eitt krav, samstundis við at Turkaland ikki vann heima ímóti Bosnia/Hersogovina. Men heima á Ali Sami Yen-leikvøllinum í Istanbul sveik Turkaland ikki, og vann 1-0 við máli frá Villarreal-áleyparanum, Nihat Kahveci.
Tað gekst tó Noregi væl í dystinum ímóti Malta. Á lítlu feriuoynni vann Norra 4-1, har serliga Steffen Iversen lat síni merki standa eftir við at gera hattrikk.
Norska landsliðið gjørdist eitt stig ov stutt til at røkka endaspælinum, og má í sínum bólki, bólki C, síggja Grikkaland og Turkaland fara víðari til EM-endaspælið í Sveis og Eysturríki.