Tað gekk ikki sum ætlað, tá Frederiksberg við Birgit Guttesen og Sofíu Púrkhús leygarkvøldið tapti steypafinaluna í donskum flogbólti fyri Holte. Føroyski leikluturin var ikki so stórur sum væntað, og Holte vann ein greiðan sigur.
Klokkan var farin av 21 áðrenn finalan byrjaði og tað var uttan føroyska luttøku. Sofía Purkhús kom inn seint í fyrsta setti og spældi fram til miðskeiðis í øðrum setti. Birgit Guttesen kom inn miðskeiðis í øðrum setti og spældi fram til endan av triðja setti.
Torført at sita uttanfyri
Tað merkist á bæði Birgit og Sofíu, at tær kundu hvat hugsa sær at spælt ein størri leiklut í finaluni. Hóast hetta er fyrsta steypafinalan fyri fleiri av hinum á liðnum, so hava Birgit og Sofía spælt fleiri FM finalur, steypafinalur og Oyggjaleikafinalur.
– Eg var ordiliga spent áðrenn, men tað var løgið at standa klár uttanfyri og síggja hvussu nervøsar hinar vóru, sum spældu inni, og hvussu rótut spælið var, og so einki kunna gera sjálv, sigur Sofía Purkhús.
– Tað var stuttligt at spæla. Adrenalini er í topp, og eg føldi meg kláran sum ongantíð fyrr. Og so stendur tú uttanfyri vónar at tú er tann næsti, sum verður skiftur inn, sigur Birgit Guttesen.
Fjáltur var á spælinum hjá Frederiksberg, sum hevur nógvar nýggjar spælarar. Tað tykist hava gjørt mun.
– Vit virkaðu bangnar. Tær, sum vóru inni, tordu ikki at sláa hart til. Vit gjørdu eisini feilir, sum vit ikki plaga at gera i øðrum dystum. Eg haldi, at liðið sum heild manglaði royndir í støðum sum hesari, tí hetta er fyrstu ferð liðið er í steypafinaluni. Spælararnir stóðu eftir við einari tómari kenslu, haldi eg. Vit fingu ikki ordiliga sett orð á hvat tað var, men tað gekk bara slett ikki sum tað skuldi, sigur Sofía Purkhús, sum heldur ikki kláraði at venda gongdini, tá hon kom inn.
– Tá eg kom inn var tað eisini ringt at spæla. Serliga tí Holte høvdu sera høgar blokadur, og høvdu nokk lisið okkara spæl rættiliga væl av áðrenn dystin, sigur Sofía.
Birgit nevnir eisini blokkin hjá Holte sum eina av høvðusorsøkunum til, at Frederiksberg ongantíð kom inn í dystin.
– Dysturin var rótuttur og vit fingu ongantíð okkara spæl at rigga. Blokkurin hjá Holte stóð væl, so vit fingu ikki okkara álop at koyra ordiligt, er niðurstøðan hjá Birgit.
Minti um ein føroyska steypafinalu
Steypafinalan varð spæld í Odense. Í nógvar mátar var talan um ein líknandi umstøður, sum vit kenna úr Føroyum, tá steypafinalur eru.
– Munurin er ikki tann heilt stóri. Tú ert akkurát líka spent, og har eru fleir áskoðarar enn til vanligar dystir. Ein stórur munur var, at vit byrjaðu ikki at spæla fyrr enn klokkan var farin av 21. Heldur óvanligt, staðfestir Birgit.
– Ja, vit byrjaðu øgiliga seint, og av tí at høllin er so stór, so haldi eg ikki, at stemningur uppá onkran máta var líka intensur sum í Føroyum. Tað saknaði eg eitt sindur. Men umstøðurnar, ljósið, gólvið og alt var í topp. Vit høvdu eisini nógvar føroyskar áskoðarar og tað gjørdi tað meira heimligt, sigur Sofía.
Málið er spælitíð og DM finala
Til venjing í dag verður tikið samanum avrikið hjá Frederiksberg Volley. Fyri Sofíu og Birgit er málið greitt. Meiri spælitíð og eitt í DM finaluni.
– Vit hava ikki tosað saman um dystin enn, men avtalaðu at gera tað til venjing í dag. Næsta mál er sjálvandi at koma í landskappingarfinaluna, og so at vinna hana. Nú mugu vit bara venja hart og geva okkum alt vit klára til hvønn dyst og hvørja venjing, so vit sleppa at spæla og røkka málinum siga Birgit og Sofía við ein munn.
Steypafinalan endaði ikki heilt sum Birgit og Sofía høvdu vóna, men mótið hava tær so ikki mist enn.
- - -
Holte IF - Frederiksberg Volley 3-0
25-16, 25-14 og 25-20