Vónbjørt Vang er sett í starv sum virkandi býarbókavørður á Býarbókasavninum hjá Tórshavnar kommunu, meðan leitað verður eftir nýggjum býarbókavørði. Tað skrivar Tórshavnar kommuna á heimasíðu síni. Upplýst verður eisini, at lýst verður eftir nýggjum býarbókavørði í næstum.
Vónbjørt Vang tekur við starvinum eftir at Arnbjørn Ó. Dalsgarð 22. mai segði seg úr starvi sum býarbókavørður.
Hetta er ikki fyrstu ferð, at Vónbjørt Vang tekur við starvinum sum virkandi býarbókavørður, tí røkti hon eisini starvið eitt skifti í 2016, tá Arnbjørn Ó. Dalsgarð var í farloyvi fyri at skriva eina skaldsøgu.
Vónbjørt Vang er útbúgvin bókavørður og cand.mag í bókmentafrøði og samtíðarmentan frá Lærda Háskúlanum í Keypmannahavn, og hevur starvast á Býarbókasavninum síðan á sumri 2013. Fyrst sum bókavørður og síðan á sumri 2014 sum 1. bókavørður og varaleiðari á Býarbókasavninum.
Vónbjørt Vang tekur við sum virkandi býarbókavørður 6. juni 2018.