Í morgun hevur alt staðið í navninum á Barrack Obama, forseta í USA, sum kom aftur til Keypmannahavnar um 9-tíðina. Hetta merkti eisini føroyska umhvørvismálaráðharran, Anniku Olsen, sum bíðaði eftir røðu Obamas, tá vit hittu hana fyrrapartin.
- Amerikanski forsetin fer um eina løtu at halda eina røðu í Plenetarium her í Bellacentrinum, so her eru nógvir statsleiðarar savnaðir í morgun, sigur Annika Olsen.
Men tá tað kemur til samráðingarnar, sær ikki so bjart út.
- Hvat viðvíkur samráðingunum, so gongur seint. Tað er gamaní komið eitt tekstuppskot í nátt, har tey stóru londini hava gjørt eitt útkast, men enn er einki liðugt hvat viðvíkur teirri stóru avtaluni. So øll bíða í spenningi, sigur Annika Olsen.
Tað hevur annars verið ført fram, at Barracck Obama bara fór at koma aftur itl Keypmannahavnar um so var, at í minsta lagi ein vón var fyri semju.
- Tað eru nógvar meiningar um tað, men eg vil siga, at tað, at hann nú kemur á øðrum sinni er tað nakað sum bendir á, at tað er ein avtala ávegis, tí hann hevur jú verið fyrr í Danmark, og tá eydnaðist uppgávan, hann hevði ikki so væl. Og hann kemur væl neyvan tvær ferðir til Danmarkar við einum miseydnaðum úrsliti, sigur Annika Olsen.
Friis positiv
Men tað er hóast alt føroyski parturin av avtaluni, sum vit eru mest áhugað í.
- Sum sagt gongur alt ógvuliga seint í løtuni, og tað ger tað eisini við teimum ynskjunum, sum vit hava til avtaluna, so eg vænti ikki at nakað endaligt verður at frætta um føroysku ynskini, fyrr enn tann endaliga avtalan er fingin upp á pláss, sigur Annika Olsen.
Um tað er nøkur ábending ella ikki, so nevndi Lotte Friis Føroyar í positivum vendingum, tá hon helt sína statsligu umhvørvisrøðu vegna Danmark á miðnátt.
- Hon umrøddi sera positivt føroyska umhvørvispolitikkum og nevndi eisini ávirkanina, sum veðurlagsbroytingarnar hava á havið kring Føroyar, og var í heila tikið ógvuliga positiv mótvegis norðrara partinum av ríkinum, sigur Annika Olsen.
Landsstýriskvinnan sigur, at samda Løgtingið eisini hevur tikið hædd fyri teimum árinunum, sum ein møgulig føroysk oljuvinna fer at hava á umhvørvið og CO2 útlátið.
Hon dugir tó ikki enn at siga, hvør lagnan hjá føroysku royndunum at sleppa við í avtaluna verður.