Vónar nýggj føroysk met til FM í frælsum ítrótti (FM1)

(FM1) Hoyr Hallur Holm, ið er innaliga í frælsum ítrótti meta um kappingarnar í FM í frælsum ítrótti sum verða hetta vikuskiftið

 

##med2##

Í morgin klokkan 13 byrja FM-kappingarnar í frælsum ítrótti á Tórsbreyt í Havn.

Seinnapartin vitjaði Hallur Holm, ið er innaliga í frælsum ítrótti SportBoxina á FM1, har hann metti um ymiskar kappingar sum verða á breddanum í morgin og sunnudagin.

Hallur Holm hevur vónir um, at føroysk met fara at verða sett hetta vikuskiftið.

Hallur Holm harmast tó um, at undirtøkan í summum kappingum ikki er frægari enn hon er.

HER  ber til at síggja tíðarætlan og startlistar til FM á breyt.

(Hallur Holm metir um FM í frælsum ítrótti)